Svøríki gevst eisini við AstraZeneca fyribils

Fleiri onnur evropeisk lond eru fyribils givin við at koppseta við AstraZeneca heilivági, eftir at illgruni hevur stungið seg upp um samband millum heilivágin og blóproppar.

Steinar Patursson
16. mars 2021 kl. 10:46

Svøríki hevur nú eisini tikið avgerð um at fyribils steðga við at koppseta við koppsetingini frá AstraZeneca.

Tað hevur svenska heilsustýrið boðað frá sambært DR.

Boðini koma eftir, at fleiri onnur lond, teirra millum Danmark, hava gjørt av at steðga við koppsetingini fyribils, eftir at fráboðanir komu um, at møguligt samband var millum koppsetingina og blóðproppar, og eitt fólk hevði latið lív orsakað av einum blóðproppi.

Svenski ríkisepidemiologurin, Anders Tegnell, ger kortini greitt, at svensku heilsumyndugleikarnir hava eingi data, ið týða á, at koppsetingin er vandamikil, men at steðgað verður við koppsetingini út frá einum varsemisprinsippi, sigur TV2.

Evropeiski heilivágsstovnurin, EMA, arbeiðir í samstarvi við AstraZeneca og serfrøðingum í blóðólagi fyri at staðfesta, hvørt nakað samband er millum AstraZeneca koppsetingina og blóðproppar. Sambært ætlanini hjá EMA verða tikið samanum hósdagin, og tá skal gerast av, um meira skal gerast við málið.

EMA ger kortini púra greitt, at stovnurin metir, at fyrimuninir av AstraZeneca koppsetingini í stríðnum móti Covid-19 eru størri enn møguligu hjáárinini.

Heilivágsfyritøkan AstraZeneca vil sjálv vera við, at eingin samanhangur er millum koppsetingina og deyða av blóðproppi.