Í Svøríki verður nú dýrari at flúgva til Berlin, London og onnur ferðamál, eftir at nýtt ferðaavgjald er sett í gildi.
Nú skulu flogfeløg nevniliga gjalda 60 krónur í avgjaldi fyri hvørt ferðafólk, um flogið verður til eitt ES-land. Millumlangar ferðir verða skattaðar við 250 krónum og tær longstu ferðirnar við 400 krónum.
Í okkara krónum svarar hetta til ávikavist 43,50 krónur, 181 krónur og 290 krónur.
Flogfeløgini gera sjálvi av, um tey vilja leggja avgjaldið afturat ferðaseðlaprísinum, og tað hava fleiri av feløgunum longu gjørt.
Svenska stýrið sigur, at endamálið við hesum ferðaavgjaldi er at verja veðurlagið.
Endamálið við ferðaavgjaldinum er at minka um CO2-útlátið hjá flogførum, eftir at talið av flogferðum er vaksið nógv í seinastuni.
Í kjakinum um ferðaavgjaldið hava fólk víst á, at hetta kann fáa fólk í Suðursvøríki til at leita sær móti flogvøllinum í Keypmannahavn, tá tey ætla sær at ferðast, fyri at sleppa undan ferðaavgjaldinum.
Kelda: Politiken