Seinastu trý árini, hava trábeitnir veganarar framt í minsta lagi 200 brotsgerðir ímóti svenskum bóndum
Svenskir bøndur eru støðugt offur fyri eldbumbum, innbroti, telefonyvirgangi, stuldri og grovum deyðshóttanum. Tað skrivar svenska avísin, Göteborgs-Posten.
Í Svøríki hevur ágangurin áður fyri tað mesta verið rættaður ímóti felddýraalarum, men trábeitnu veganararnir gera seg nú eisini inná mjólkar- og seyðabøndur, hestaeigarar og eggjaframleiðarar.
Ein teirra, ið hevur upplivað hendan ágang, er bóndakonan, Karin, ið ynskir at vera dulnevnd. Ein hóttan, hon hevur fingið, ljóðar soleiðis:
- "Onkur skuldi hildið teg niðri og neyðtikið teg, ímeðan tíni børn hyggja at, djórapínari. Vit síggjast."
Av teimum 32 bóndunum og bóndakonunum, svenska avísin hevur tosað við, er tað bert ein triðingur, ið torir at stíga alment fram og greiða frá ógvusligu tilburðunum.
Palle Borgstrøm, formaður í svenska bóndafelagnum, Lantbrukarnas Riksförbund, er skelkaður tilburðunum og greiðir frá, í samrøðu við TV2, at hóast kjakið og orðavalið sum heild er blivið harðari, serliga tá talan er um úlvar, búrhønur og pelsídnað, hava tey í Svøríki áður ikki upplivað, at mótmælisfólk eru farin so langt sum hetta.
- Hetta er ikki bert ein trupulleiki fyri tey, ið verða rakt av hesum, men fyri alt Svøríki, sigur Palle Borgstrøm.
Hann greiðir somuleiðis frá, at alt húsdýrahald í matvøruframleiðsluni skal lúka lógum, ið tryggja djóravælferð.
Göteborgs-Posten hevur kannað umhvørvið í Vestursvøríki, har veganski atgerðarbólkurin heldur til. Tey verða rópt ”trábeitnir veganarir” og sambært svensku avísini, verða øll sløg av húsdýrahaldi sammett við afrikanskt trælahald og týning av jødum.
Mynd: Facebook
Atgerðarbólkurin sýnir samhuga við djórunum, ið verða dripin fyri føði, við at lata seg alment brennimerkja við talinum 269. Endamálið er at varpa ljós á pínuna, vit menniskju valda djórunum.