Svimjihøllin verður liðug um átta mánaðir

Í dag varð hylurin fyltur, og tað vísti seg, at hann er tættur

Jóannes Hansen
8. oktober 2024 kl. 18:52

Í dag varð vatn latið í nýggja svimjihylin í Runavík. Tað vísti seg, at hann er tættur, og harvið verður tað hildið fram við arbeiðnum. 1320 tons av vatni hava seinastu dagarnar runnið í hylin.

Ætlanin er, at svimjihøllin í Runavík fer at lata upp í juni 2025 ella um átta mánaðir. At høllin er innilokað ber við sær, at tað eru minni sannlíkindi eru fyri, at arbeiðið fer at verða órógvað av illveðri í vetur, og tí verður tað roknað við, at ætlanin fer at halda, sum sigur, at høllin fer at verða tikin í nýtslu einaferð í juni 2025, sigur Tórbjørn Jacobsen borgarstjóri í Runavíkar kommunu.

Tað er Kanjon í Klaksvík, sum stendur fyri arbeiðnum at byggja svimjihøllina í Runavík, og so eru tað nógvir undirveitarar.

Sáttmálin við Kanjon varð undirskrivaður 27. oktober í 2022, og síðani hevur arbeiðið gingið væl, sigur Tórbjørn Jacobsen,

Talan er um 25 metra hyl við átta geilum og tí, sum í nýggjum svimjihøllum verður bjóðað teimum vitjandi.