Svik á netbankanum eksploderar. Støðan er nevniliga tann, at har vanliga var, at bankarænarar fóru við vápnum og grýluskorti inn í bankar at ræna teir, sita teir nú við telduna og royna at lumpa fólk á netbankanum.
Úrslitið er, at svik á netbankanum er eksploderað og talið á málum um svik á netbankanum er meiri enn tvífaldað hetta seinasta árið, skriva Ritzau frá Berlingske.
Men tey sig, at trupulleikin er, at sum heild eru tað gólk sjálvi, sum flyta svikarunum peningin og tað ger tað serliga trupult hjá bankunum, ella løgregluni, at forða fyri svikinum.
Ein uppgerð í Danmark, at fyrra hálvár í ár er tað eydnast svikarum at svika fyri 54,5 milliónir á netbankunum.
Eisini føroysku peningastovnarnir ávara fólk ímóti svikarum. Tað er heilt vanligt at fólk fáa sms, ella teldubrøv við boðum um onkra gjalding, sum skal gerast, ella tað er feilur í onkustaðni. Mann skal bara trýsta á eitt leinki fyri at fáa alt í rættlag aftur.
Men bankarnir ávara fólk um, at teir biðja ALDRIN um upplýsingar í teldubrøvum og í sms. Og tí skulu fólk heldur ALDRIN trýsta á leinkið, sum fylgir við, tí tá er talan altíð um svik.