Í kjalarvørrinum av heimsumfatandi #MeToo átakinum, viðgerð svenska tingið í løtuni eitt lógaruppskot, ið skal gera tað lættari at fella dóm í málum um neyðtøku.
Sambært svenska varaforsætisráðharrin, Isabella Lövin, hevur átakið víst, at tað er alneyðugt við veruligum lógarbroytingum á økinum.
Lógaruppskotið hjá svensku stjórnini vil leggja dent á samtykki. Tað skal tískil gerast møguligt at døma fyri neyðtøku, eisini hóast neyðtøkan er framd uttan hóttanir ella harðskap. Tað skal eisini gerast møguligt at dømast fyri óviljaða neyðtøku, tað vil siga neyðtøku, ið er framd, uttan at tað var ætlanin at neyðtaka.
Svenska stjórnin vónar, at við hesum lógarbroytingunum, fara fólk at gerast meira varug við týdningin av samtykki.