Longu undan grannauppgerðini millum Norra og Svøríki í kvøld í miðumfarinum í EM í manshondbólti var tað greitt, at Svøríki fríggjakvøldið fer at spæla hálvfinalu. Tað var eisini greitt, at grannadysturin í kvøld var síðsta uppgávan hjá norðmonnum í hesum EM endaspælinum. Tað hevur gingið so illa hjá teimum, at teir í miðumfarinum endaðu á fimta plássi og harvið hava spælt fyri seinastu ferð í hesum EM endaspælinum.
Í kvøld vórðu norðmenninir í Hamburg væl upplagdir, meðan sviar – sum danir fyrr á kvøldinum – vóru tungir og seinir og spardu fleiri av bestu spælarunum.
Norra vann 33- 23, og tað er størsti sigur yvirhøvur hjá norðmonnum ímóti grannunum í Svøríki. Eftir 1. hálvleik var tað einki, sum bendi á, at talan fór at verða um sovorðið skrædl, tí tá var støðan 15 – 12 til Norra.
Tá ið støðan var 22 – 17 skoraði Norra níggju av teimum næstu tíggju málunum.
Meðan norska landsliðið nú fer til hús eftir soltnasta EM avrikið síðani 2014, fara sviar at fyrireika seg til hálvfinaluna, sum verður fríggjakvøldið. Hvørjum hálvfinalan verður ímóti fæst at vita í morgin. Tá vera tríggir teir síðstu dystirnir í miðumfarinum í bólki 1. Tað er greitt, at Frakland hevur vunnið bólkin og fríggjakvøldið fer at spæla ímóti Svøríki um finalupláss. Í morgin fæst at vita, hvørjum Danmark fríggjadagin fer at spæla hálvfinalu ímóti.
Dystirnir í morgin eru Eysturríki – Ísland klokkan 14.30, Frakland – Ungarn kl. 17.00 og Týskland – Kroatia kl. 19.30.
Frakland hevur 8 stig, Týskland hevur 5 stig, Ungarn og Eysturríki hava 4 stig, Ísland hevur 2 stig, og Kroatia hevur 1 stig.