Sverri verður innsettur í Fríðrikskirkjuni
Uni Næs dómpróstur fer sunnudagin at innseta Sverra Steinhólm í kallið sum diakonprestur
Jóannes Hansen
12. oktober 2023 kl. 16:23
24. august varð kunngjørt, at Sverri Steinhólm verður fyrsti diakonprestur í Føroyum. Undan hesum hevur hann verið sjúkrahús- og fongsulsprestur í knapt 28 ár.
Tá ið prestur tekur við embæti, hendir hetta formligt við at dómpróstur innsetur í kallið. Soleiðis verður eisini sunnudagin 15. oktober 2023, tá ið Sverri verður innsettur sum diakonprestur í føroysku fólkakirkjuni.
Innsetingargudstænastan verður í Fríðrikskirkjuni kl. 11.00, skrivar Nes Prestagjald á facebooksíðu síni.