Sverri Nielsen er fjórðbesti rógvari í Evropa. Tað er úrslitið, nú einmans-scullararnir hava róð EM. finalu í Ungarn fyri eini løtu síðani.
Sverri lá nummar trý allan vegin nakaða aftan fyri nummar tvey. Tá ið hálvi teinurin var rógvin, legði týskarin, tann krútsterki, Oliver Zeidler, seg á odda og tann oddasessurin var ongantíð í vanda.
Annaðplássið hjá Stefanos Ntouskos úr Grikkalandi, var heldur ongantíð í vanda. Og Sverri lá einum triðjaplássið allan vegin, væl frammanfyri nummar fýra. Men við einum øgiligum spurti teir síðstu 100 metrarnar, tók Giedrius Bieliauskas úr Litavia, Sverra og fór avstað við bronsuni.
Sverri Nielsen hevur sagt við Danska kringvarpið, at hann ætlaði at brúka hesa kappingina til at máta seg við hinar rógvararnar fyri at vita hvar hann flýtur. Tað heilt stóra málið hjá honum er framvegis OL í París í summar.
Úrslitið sæst á talvuni niðanfyri: