Sverri: Tað gekk væl

Í nátt róði føroyski OL-rógvarin, Sverri Sandberg Nielsen, seg víðari til fjórðingsfinaluna, tá hann kom fyrst á mál á 2.000 metrum. Hann heldur, at róðurin gekk væl

Sigurjón Einarsson
23. juli 2021 kl. 11:47

Sverri Sandberg Nielsen kom, sá og sigraði, tá hann setti sínar kappingarneytar upp á pláss í innleiðandi umfarinum í nátt.

Sverri vann róðurin við 3,99 sekundum frammanfyri italiumannin Gennaro di Mauro.

– Eg haldi, at tað gekk væl. Eg hevði tosað við mín venjara um at koma væl frá byrjan. Tað gekk ikki heilt eftir vild í innleiðandi umfarinum, men eg haldi, tað gekk væl annars.

– Eg hevði kanska vónað, at eg kundi fara frá italiumanninum eitt sindur fyrr, men vit vita, at hann er sterkur og gott kann rógva. Eg bíðaði eitt sindur, at hann skuldi gerast troyttur, og tað bleiv hann, sigur Sverri Sandberg Nielsen við heimasíðuna, Danmark til OL, ið er glaður fyri, at hann endiliga er komin í gongd við OL.

Tíðin hjá Sverra Sandberg Nielsen var 07:02.88, sum er umleið tvey sekund verri enn hvat argasti mótstøðumaðurin úr Týsklandi, Oliver Ziedler, róði, men Sverri er við gott mót.

– Tað er enn ov tíðliga at siga nakað, men út frá teimum tíðum, eg havi sæð inntil víðari, so haldi eg, at eg liggi heilt væl fyri. OL er júst byrjað og nógv kann henda, men hetta var ein góð byrjan og eg gleði meg til næsta róðurin, har kappingin nokk verður eitt sindur harðari, sigur Sverri Sandberg Nielsen við heimasíðuna.

Mánanáttina rør Sverri fjórðingsfinaluna.