

Sverri Sandberg Nielsen skal rógva í finaluni á World Cup stevnuni í Sveis
Miðvingurin Sverri Sandberg Nielsen hevur í dag tryggjað sær atgongumerki til World Cup finaluna í Sveis
Ragnar Sjúrðarson
8. juli 2023 kl. 17:36
Sverri Sandberg Nielsen vann í gjár innleiðandi róðurin og fjórðingsfinaluna í einskullara hjá monnum. Seinnapartin sigraði hann í hálvfinaluni og skal tí rógva í finaluni í morgin, sunnumorgunin klokkan 10:46.
Sverri Sandberg Nielsen var í seinnu hálvfinaluni seinnapartin greitt fyrstur á mál við tíðini 6.53.28.
Nummar tvey var Stefanos Ntouskos úr Grikkalandi, 3.66 sekund aftanfyri Sverra.
Í morgin verður triðja World Cup finalan í ár. Sverri Sandberg Nielsen hevur vunnið silvurheiðursmerki á hinum báðum stevnunum í Italia og Kroatia.