Við føroyskum og donskum eygum var starturin á olympisku leikunum góður í morgun. Sverri S. Nielsen hevur verið á vatninum, og hann hevur kvalifiserað seg at vera við í fjórðingsfinaluni.
Fjórðingsfinalan verður týsdagin.
Tað var eitt sindur av fjáltri á, tá ið Sverri Sandberg Nielsen og teir, hann kappaðist við, løgdu at startinum í París í morgun. Spurningurin var, hvussu tað fór at vera hjá føroyska rógvaranum, sum er ein tann fremsti og kanska tann fremsti millum donsku umboðini í rógving í olympisku kappingini.
Orsøkin var, at Sverri í gjár segði, at pína í ryggingum var orsøk til, at hann seinastu vikuni ikki rættiliga hevur fingið vant.
Men í morgun bendi avrikið als ikki á, at miðvingurin í danska bátinum var darvaður av pínu í ryggingum.
Sverri Sandberg legði bragdliga fyri. Hann stakk seg beinanvegin framum hinar bátarnar, sum umboðaðu Ungarn, Bulgaria, Honkong og Paraguay, og sum kappingin á 2000 metra teininum leið, so varð leiðslan alt meiri sannførandi.
Tá ið hálvur teinurin var rógvin, ar tað mest sum leyst aftur til næstu avbjóðararnar, og fram ímóti málinum var tað bara kapping um næstfremsta plássið. Sverri S. Nielsen spurtaði fyri at royna, hvussu ryggurin hevur tað, og hann vann so sera sannførandi.