Sverri Nielsen er nú klárur til OL næsta ár

Nú er greitt, at føroyski rógvarin verður ein av teimum, sum skal rógva á OL í París næsta ár

Áki Bertholdsen
16. november 2023 kl. 11:00

Føroyski rógvarin, Sverri Nielsen, er nú valdur til at umboða Danmark í rógving á olympisku leikunum í Danmark næsta ár.

Tað skrivar Ritzau í morgun.

Hann var eisini við í OL í Tokyo í 2020, men tað var eitt stórt vónbrot, tí hóast hann hevði góðar møguleikar at vinna heiðursmerki, gekk ikki eftir vild, og hann var eitt vet ov seinur á mál og endaðiu sum nummar fýra, bara 15/100 av einum sekundi aftan fyri nummar trý.

Danska ítróttarsambandið sigur, at Sverri er ein krútsterkur, og ógvuliga miðvísur, ítróttarmaður í heimsflokki, so tey eru ómetaliga spent upp á OL næsta summar.

Vónbrotið eftir fjórðaplássið í Tokyo var so stórt, at Sverri gavst at rógva, men síðani settist hann aftur við árarnar, og tað hevur gingið so væl, at hann nú skal royna seg á olympisku leikunum eina ferð afturat.

Sjálvur sigur hann við Ritzau, at steðgurin eftir OL í Tokyo, kom væl við, tí hann var so útlúgvaður, at hevði hann vunnið heiðursmerki í Tokyo, var hann helst ikki farin í bátin aftur yvirhøvur.

– Men nú fari eg til París, eitt sindur klókari og við fleiri royndum. Eg føli, at eg verið alsamt betri fyri og at eg rógvi alsamt skjótari, so eg gleði meg, sigur Sverri Nielsen.