Í morgun var Sverri Sandberg Nielsennæstfyrstur í sínum riðli í fjórðingsfinaluni. Tað bar við sær, at hann kvalifiseraði seg at rógva hálvfinalu fyrrapartin hósdagin.
Nú boðar Sverri Sandberg Nielsen úr Miðvági frá, at hann fer at gevast at rógva kapp á hægsta stigi, tá ið OL kappingin er av.
Í samrøðu við danska blaðið BT sigur 30 ára gamli Sverri Sandberg Nielsen soleiðis:
-Eg gevist at rógva, tá ið OL kappingin verður liðug. Eg fari ikki heilt at útihýsa, at eg seinni aftur fari at rógva, men nú gevist eg, sigur Sverri Sandberg Nielsen.
Sverri luttók í OL 2020, sum orsakað av korona ikki var fyrr enn í 2021. Tá varð kappast í Tokyo, og tá var Sverri so vónsvikin, eftir at hann so at siga á málinum misti bronsumedaljuna, at hann gavst. Eitt ár seinni gjørdi hann av at royna einaferð aftrat, tað eydnaðist honum at kvalifisera seg til olympisku leikirnar, og nú er hann í hálvfinaluni í París. Í dag sigur hann, at uttan mun til, hvussu tað fer at enda í hesi kappingini, so hevur hann gjørt av at gevast, tá ið kappingin í París er av.