Sverri fer úr París við røttum ryggi

OL rógving: Hóast hann róði í B finaluni, so átti Sverri Sandberg Nielsen fjórðbestu tíðina av øllum

Jóannes Hansen
3. august 2024 kl. 11:35

Í morgun var punktum sett fyri OL luttøkuna hjá Sverra Sandberg Nielsen. Í hvussu so er í hesum umfarinum. Hann boðaði undan kappingini frá, at hann nú fer at gevast at rógva, men eftir hálvfinaluna gloppaði hann møguleikan fyri, at hann kanska fer at rógva aftur, men nú fer hann at takast við annað enn rógving.

Í morgin róði Sverri B finalu, og avrikið hjá honum var gott. Hann endaði næstfremstur í B finaluni. Merkisvert er tað, at tíðin hjá honum var heilt góð. Hann kom á mál stavn um stavn við rumenska bátin, og tíðin hjá Sverra hevði í A finaluni í morgin rokkið til fjórða plássið.bTíðin hjá Sverra var 06:44.83, og tíðin hjá belgiska bátinum, sum endaði á fjórða plássi í A finaluni, var 06:48.44.