Tað eydnaðist føroyska rógvaranum í Danmark, at vinna bronsu í World Cup kappingini, sum er í Poznan í Póllandi.
Finalan var nú fyrrapartin og Sverri legði hart út og legði seg á odda, men tað var í harðari kapping við George Bourne úr Bretlandi.
Men tá ið hálvi teinurin var rógvin, legði bronsuvinnarin á seinastu olympisku leikunum, Tom Mackintosh úr Ný Sælandi, seg á odda, og har varð hann verandi og hann vann eisini kappingina.
Men Sverri Nielsen og rógvarin úr Kroatia, Damir Martin, sum hevur vunnið bæði bronsu og silvur á olympiskum leikum, umframt fleiri gull í HM og EM, vóru í harðari kapping um silvur og bronsumerkið.
Úrslitið var, at kroatin var 17 hundraðpartar av einum sekundi frammanfyri Sverra og hann vann sostatt silvur og Sverri vann bronsu.
Sverri Nielsen var 2,93 sekund aftan fyri vinnaran.
Her skal viðmerkjast, at argasti kappingarneytin hjá Sverri, týskarin, Oliver Zeidler, sum at kalla vinnur hvørja stevnu, var ikki við, tí hann mátti geva avboð vegna sjúku.