Sverri er í hálvfinaluni

OL rógving: Í fjórðingsfinaluni var tað í endaspurtinum, at føroyski rógvarin tók næstfremsta plássið

Jóannes Hansen
30. juli 2024 kl. 09:29

Í morgun hevur føroyski røðarin Sverri Sandberg Nielsen úr Miðvági vunnið seg í hálvfinaluna í OL kappingini í París. Sverri endaði næstfremstur í sínum riðli. Tríggir teir fremstu kvalifiseraðu seg at rógva hálvfinalu. Hálvfinalan verður hósmorgunin.

Eftir 1000 metrar var Sverri á triðja plássi, og tá kendist tað sum um, at tað meiri snúði seg um at halda brasiliumannin á fjórða plássi aftanfyri heldur enn at hava fokus á næstfremsta plássinum.

Á síðstu 500 metrunum kendist tað alt meiri, at Sverri hevði tað á støðuni og fór at megna uppgávuna at vinna seg í hálvfinaluna.

Fram ímóti málinum var endaspurturin hjá Sverra sannførandi. Tøkini hjá føroyinginum vóru dyggari og munaðu meiri enn tey hjá kappingarneytunum. Sverri róði frá brasiliumanninum, og hann tók Uruguay og fekk um afturskutin á bátinum hjá Ný Sælandi, sum allan teinin var fremstur, og stóran part av teininum var nógv fremstur.