Sverri er ein róður frá OL
Í dag vann føroyski rógvarin seg í hálvfinaluna í HM kappingini í Serbia
Jóannes Hansen
6. september 2023 kl. 22:35
Føroyski Sverri Sandberg Nielsen úr Miðvági luttekur í hesum døgum í HM í rógving í serbiska høvuðsstaðnum Beograd.
Sunnudagin vann hann seg úr innleiðandi umfari og í fjórðingsfinaluna. Fyrrapartin í dag var fjórðingsfinalan, og aftur í dag vann Sverri sína kapping. Harvið vann hann seg í hálvfinaluna, sum verður fyrrapartin fríggjadagin.
Málið hjá Sverra er at vinna atgongumerki til OL, sum næsta summar verður í París. Um tað eydnast honum at vera millum níggju teir fremstu bátarnar, so verður hann eisini við í OL kappingini næsta summar.