Sverri droymir um gull á OL í París næsta ár

Føroyski rógvarin fegnast um, at hann sleppur á OL næsta ár

Áki Bertholdsen
16. november 2023 kl. 12:14

– Tað er eitt greitt mál, at eg fari eftir gullinum. Tað sigur føroyski rógvarin, Sverri Nielsen við TV2 í Danmark.

Fyrr í morgun varð tað greitt, at hann er valdur at umboða Danmark í rógving á olympisku leikunum, sum verða í París næsta summar. Les meiri um tað her: https://www.dimma.fo/grein/sverri-nielsen-er-nu-klarur-til-ol-naesta-ar

Sverri Nielsen sigur, at hann fegnast um, at tað er fær høvi aftur at rógva á OL. Hann var eisini á OL í Tokyo í 2020, men tað var eitt vónbrot. Hann hevði góðar møguleikar at vinna heiðursmerki, men hann var bara 15/100 partar aftan fyri nummr trý og sostatt fekk hann ikki heiðursmerki.

Men Sverri er til dystin fús einaferð enn og hann sigur at nú hann fer aftur í bátin at rógva á OL í París, droymir hann um at vinna gull.

Hann sigur við TV2, at tað er tað avgjørda málið at vinna gull. Men hann leggur afturt, at verður hann ímillum tríggjar teir bestu og endar hann á sigursskamlinum, verður han uttan iva eisini øgiliga glaður fyri tað. Men málið er heilt greitt at fáa gull heiðursmeki, leggur hann afturat.