Í 2021 var tað stórt vónbrot hjá Sverra S. Nielsen, tá ið hann í OL í Tokoyo akkurát var ov stuttur at vinna heiðursmerki. Sverri var so vónbrotin, at hann gavst at rógva á hægsta stigi.
Eitt ár seinni, í 2022, fór hann aftur at rógva. Málið var at vera við í OL, og nú er Sverri í París, har fyrsta innleiðandi umfarið verður fyrrapartin í morgin.
Síðstu vikuna hevur tað ikki gingið akkurát soleiðis, sum Sverri hevði ætlað. Hann er argaður av skaða í rygginum. Tað hevur havt við sær, at hann seinastu vikuna bara tvær ferðir av álvara hevur roynt seg í bátinum.
Fyri tað mesta hevur Sverri seinastu dagarnar fingið viðgerð. Hvussu støðan er fæst ikki at vita fyrrenn í morgin.
-Í dag dugi eg ikki at siga, hvussu tað verður í morgin. Um eg skal standa meg ímóti teimum bestu, so er neyðugt at avrika tað besta, sum eg megni, og um eg megni tað, fæst ikki at vita, fyrrenn tað er álvari, so eg taki eina kapping í senn, og nú snýr tað seg um innleiðandi umfarið í morgin. Eitt er, hvussu eg eri fyri, og eitt annað er, hvussu hinir røðararnir eru fyri. Nú er nakað síðani, at vit hava kappast, sigur Sverri S. Nielsen í dag í samrøðu við TV2News.
Tað verður klokkan 8 í morgin, at Sverri S. Nielsen fer at kappast í OL, sum verður sett seinni í dag.
Á youtube er eitt brot á fimm minuttir um Sverra Sandberg