Sverri á tøttum 2. plássi

Í einum sera tøttum róðri millum tríggjar teir fremstu rógvararnar endaði Sverri Sandberg Nielsen á øðrum plássi í World Rowing Cup fyri løtu síðani.

Katrin Erlendsdóttir
6. juni 2021 kl. 12:10

Tað gjørdist ein sera spennandi finaluróður hjá Sverra Sandberg Nielsen í dag. Hann kom á mál sum nummar tvey, 0,20 sekund aftanfyri normannin Kjetil Borch.

Eins og fyrr var kappingin sera hørð millum teir tríggjar fremstu, ið eru argastu kappingarneytar. Serliga normaðurin og Sverri Sandberg Nielsen róðu leingi sera sannførandi, og tað gjørdi týski Oliver Zeidler eisini til seinast, tá hann kom á mál 0,35 sekund aftanfyri Sverra Sandberg Nielsen.

Týskarin hevði annars ikki so góða byrjan, sum hann ofta hevur havt, men hann stríddi seg til eitt triðja pláss, seinastu løtuna í harðari kapping við teir báðar fremstu, ið lógu eitt vet frammanfyri hann.

Tað var annars Italia, sum fekk bestu byrjanina, men eisini norski rógvarin lá væl fyri. Tað gjørdi Sverri Sandberg sum so eisini, tí hann var allatíðina væl við. Tá teir høvdu róð umleið 1500 metrar, róði føroyski rógvarin seg á fyrsta pláss, og eina løtu sá út til, at hann fór at megna at halda tað. Kappingin var tó so gróthørð har frammi, at normaðurin kom eitt vet fram um, tá teir komu um málstrikuna, og tá var týski rógvarin eisini beint í hølunum á teimum.

Hetta var seinasta kapping hjá Sverra Sandberg Nielsen, áðrenn hann skal til OL í seinni í summar.