Nógvu skaðarnir eru orsøk til, at teir í KÍ miðvíst arbeiða við at styrkja liðið. Í síðstu viku kom svenskur miðverji til Klaksvíkar. Hann venur nú við KÍ. At hann ikki var í venjing, tá ið hann kom, tí hann ikki hevur verið knýttur at felag síðani á nýggjárinum, ber við sær, at tað verður ikki roknað við, at hann verður tøkur at spæla fyrr enn um nakrar vikur.
Umframt miðverjan hevur KÍ arbeitt við at keypa miðvallara og álopsspælara. Í dag boðar KÍ frá, at teir hava funnið miðvallaran. KÍ skrivar, at í aðru viku kemur Albert Ejupi til Klaksvíkar. Talan er um 31 ára gamlan svia, sum inntil fyrr í vár vr knýttur at AC Horsens í næstbestu donsku deildini. KÍ sigur, at partarnir skiltust í sátt og semju fyrr í vár, tá ið leiðslan valdi at hálsa um og fáa fleiri ungar afrikanskar spælarar til felagið.
KÍ venjarin Espen Haug sigur soleiðis:
Vit fegnast um at hava funnið ein royndan mann at styrkja miðvøllin. Albert Ejupi hevur verið við til at vinna Superettan í Svøríki við Varberg Bois. Hann hevur spælt meir enn hundrað dystir í toppfótbólti og hevur altjóða royndir í eysturríkskum, ísraelskum og donskum fótbólti. Albert er ein kropsliga sterkur miðvallari, sum kemur at geva liðnum eyka megi bæði á vølli og í luftspælinum. Í sær hevur Albert tað, sum KÍ stendur fyri, hann er ein heilhjartaður og framrættaður leikari, sigur Espen Haug.
Eftir ætlan kemur Albert í Djúpmýrar fyrst í aðru viku, so hann er tøkur eftir flytingargluggin letur upp. Fyribils er sáttmálin millum Albert Ejupi og KÍ galdandi fyri inniverandi kappingarár, veit KÍ at siga.