Svensku kongshjúnini fingið korona
Carl Gustaf kongur í Svøríki og kona hansara Silvia drotning blivu mánakvøldið staðfest positiv við korona
Leif Láadal
4. januar 2022 kl. 15:45
Svenska kongshúsið boðar í almennari fráboðan frá, at kongshjúnini vórðu testað positiv mánadagin. Bæði eru tey koppsett í trimum umførum, verður sagt.
Skrivað verður, at Carl Gustaf og Silvia nú fara at sita avbyrgd í minsta lagi sjey dagar.
Á jólum og um nýggjárið hava tey verið saman við børnum og abba- og ommubørnum, men higartil er eingin av hesum positivur.
Í mars 2021 høvdu Viktoria krúnprinsessa og Daniel prinsur korona, og í november í 2020 vórðu Carl Philip og Sofía prinsessa smittað.
Kelda: Svt.se