Leygardagin 11. januar verður nýggjárskonsertin í Norðurlandahúsinum.
Bernharður Wilkinson stjórnar Føroya Symfoniorkestri, og Tóra Vestergaard venur kórið.
Konsertin verður send beinleiðis í Kringvarpi Føroya leygarkvøldið 11. januar 2025.
Føroya Symfoniorkestur og kór, Norðurlandahúsið og Kringvarp Føroya bjóða til framúrskarandi tónleikaveitslu við tveimum nýggjárskonsertum. Tónleikaskráin er undirhaldandi og álvarsom og við kendum tónleiki frá miklum tónaskaldum, nemur hon allar kenslur. Nýggjárskonsertin er konsertin, har hátíð og veitsla renna saman í eitt.
Svenski sopranurin Susanna Andersson verður solistur á nýggjárskonsertini 2025. Hon hevur nomið sær útbúgving á Guildhall School of Music í London og hevur seinastu mongu árini havt stórar leiklutir á størstu operahúsunum og størstu festivalum í Evropa. Sum lesandi vann hon 1. virðisløn við Kathleen Ferrier Awards, og hon varð vald at luttaka á Rising Stars heimskonsertferðini í 2006/2007.
Susanna hevur framført við hópum av symfoniorkestrum, Kongaliga Kapellinum í Danmark og Svøríki, Symfoniorkestrinum í Helsingborg, Symfoniorkestrinum í Queensland og Symfoniorkestrinum hjá BBC, fyri bert at nevna nøkur fá. Men nú er tað Føroya Symfoniorkestur, ið stendur fyri tørni. Les meira um Susannu Andersson.
Kórið
Kórið, ið telur 85 sangarar, luttekur sjálvandi til nýggjárskonsertina. Einki er meira stórbært og hátíðarligt enn at hoyra úrvalskórið hjá symfoniorkestrinum. Longu nú kunnu vit avdúka, at kórið eisini luttekur á várkonsertini í mars 2025. Tá fara kórið og symfoniorkestrið at framføra stórverkið Verdi Requiem. Til høvið vitja orkesturleiðari og fýra sangsolistar á allarhægsta støði.
Føroya Symfoniorkestur og kór gleða seg til tvey fantastisk kvøld saman við tykkum, og sjálvandi bjóða vit kransakøku og eitt glas í steðginum - "same procedure as every year, James."
Bernharður Wilkinson stjórnar Føroya Symfoniorkestri, og Tóra Vestergaard venur kórið.
Konsertin verður send beinleiðis í Kringvarpi Føroya leygarkvøldið 11. januar 2025.
Dyrnar í Norðurlandahúsinum lata upp kl. 19.00.
Steðgur: 30 min.