Svenski forsætisráðharrin fer frá – ger tó eina roynd at skaffa nýggjan meiriluta
Stefan Löfven hevur avgjørt at fara frá sum svenskur forsætisráðharri
Sigurjón Einarsson
28. juni 2021 kl. 10:37
Stefan Löfven trekkir seg sum svenskur forsætisráðharri, eftir at atkvøtt var fyri einum misáliti móti honum í Ríkisdegnum.
Tað hevur hann júst boðað frá á einum tíðindafundi
Hann fer tó at boða Ríkisdegnum frá, at hann ynskir at gera eina roynd at skaffa eitt nýggja heimild at skaffa meiriluta, uttan at skriva út nýval.