Svenski forsætisráðharrin: Onki er týdningarmiklari enn NATO limaskapur
Svenski forsætisráðharrin, Ulf Kristersson, hevur í gjár strikað undir týdningin, at Svøríki og Finnland skjótast gjørligt verða partur av NATO
Ragnar Sjúrðarson
25. januar 2023 kl. 16:59
Boðini komu á einum tíðindafundi, har svenski verjumálaráðharrin, Pål Jonson, og uttanríkismálaráðharrin, Tobias Billström, luttóku.
- Ongin trygdarpurningur er týdningarmiklari enn tann, at vit saman við Finnlandi skjótast gjørligt verða limir í NATO.
- Tað er mítt ynski, at øll í Svøríki síggja álvaran. Hetta er sera álvarsamt. Hetta er eitt tað ringasta vit hava vitnað síðan annan veraldarbardaga, segði Ulf Kristersson sambært svenska kringvarpinum SVT.
Svøríki søkti saman við finnum í fjør um NATO limaskap.