Svenskar kvinnur boykotta Hennes og Mauritz

Túsundvís av svenskum kvinnum hava avgjørt at boykotta mótarisan H&M

Guðrun í Jákupsstovu
11. september 2017 kl. 12:12

Heimskendi, svenski mótarisin, H&M, hevur seinastu dagarnar verið fyri nógvum kritikki. Tað skrivar Berlingske.

Orsøkin er tann, at sokallaða klædnalinjan hjá H&M, "Plus-Size", vísir myndir av kvinnum ið síggja púra vanligar út. Navnið "plus-size" leggur upp til at venda sær til kvinnur ið eru eitt sindur størri, og umfatar støddirnar 44-58. Tó eru modellirnar ið umboða hesa linju, ógvuliga vanligar í stødd.

Hetta hevur fingið kvinnur í túsundatalið, í fyrst og fremst Svøríki, at rópa varskó. H&M verður lagt undir at promovera eitt ósunt kropsideal, tá tað, ið sær út sum púra vanligt, verður rópt "plus-size". 
Umframt hetta verður eisini fílst á, at tað bert er ein linja sum eitur "plus-size" til kvinnur. Mannfólk harafturímóti, hava støddir heilt upp í XXL, uttan at tað skal bólkast undir eina aðra klædnalinju.

Ein facebook-bólkur er stovnaður, har fólk koma saman at seta orð á sína ónøgd um H&M. Bólkurin eggjar til at boykotta H&M og eru har longu umleið 5000 limir.

Mynd av einari "plus-size" modell á heimasíðu H&M