Svenska stjórnin er til reiðar at broyta landsins lóggávu fyri at kunna satsa uppá kjarnorkumegi komandi árini.
Tað sigur svenski umhvørvismálaráðharrin, Romina Pourmokhtari, á einum tíðindafundi í dag.
- Umhvørvisbroytingarnar krevja eina tvífalding av elframleiðslu í teimum næstu 20 árunum, og kjarnorkumegi spælur ein avgerandi leiklut í at røkka okkara málum, sigur hon sambært Aftonbladet.
- Stjórnin ynskir, at nýggj kjarnorkumegi svarandi til minst 10 vanligar kjarnorkuovnar, verður tikin í nýtslu í 2030`unum og 2040`unum.
Svøríki hevur í dag eina veðurlagslóg, sum sigur at har hægst kunnu vera 10 kjarnorkuovnar í nýtslu í landinum. Hesa avmarkingina ynskir stjórnin at broyta.
- Í dag er tað forboðið at byggja kjarnorkuovnar onnur støð enn har teir longu eru. Harafturat kunnu tað einans vera 10 kjarnorkuovnar í landinum. Hetta eru avmarkingar, ið standa í vegin fyri eini nútímans sjón á kjarnorkumegi, sigur Romina Pourmokhtari.