Ein meiriluti í svenska tinginum hevur í dag atkvøtt fyri einum uppskoti um misálit á stjórnina hjá Stefan Løfven, forsætisráðharra.
181 av teimum 349 limunum í Ríkisdegnum atkvøddu fyri uppskotinum hjá Sverigedemokratarna um misálit á forsætismálaráðharran og stjórn hansara, og hetta er fyrstu fer, at ein svenskur forsætismálaráðharri er fallin orsakað av einum misálitisuppskoti.
109 atkvøddu ímóti uppskotinum, og 51 atkvøddu blankt. Átta tinglimir greiddu ikki atkvøðu.
Stefan Løfven hevur nú eina viku at gera av, hvørt hann skal skriva út nýval, ella um hann skal biðja tingformannin í Ríkisdegnum, Andreaas Norlén, um at fara undir tilgongd at finna nýggjan forsætismálaráðharra.
Sambært DR er ætlanin, at Stefan Løfven skal halda tíðindafund nú klokkan hálvgum ellivu.