Tey, ið dáma væl at hyggja eftir Paradise Hotel í Svøríki, mugu finna sær aðrar vegir at fáa sítt Paradise Hotel fiks. Svenska útgávan av veruleikasendingini er tikin av skrá.
Tað upplýsir Nordic Entertainment Group (Nent) í einum tíðindaskrivi.
Avgerðin at taka Paradise Hotel av skrá í heyst kemur eftir nakrar hendingar til sendingina í vár, tá tað komu ákærur um seksuellan ágang undir upptøkunum.
Nent upplýsir, at tað kemur ein nýggj útgáva av Paradise Hotel komandi ár.
– Við tí nýggju Paradise Hotel verður høvuðsdenturin lagdur á at avspegla veruleikan og gerandisdagin hjá teimum ungu. Endamálið verður at vísa eina meira nýmótans og dagførda útgávu av sendingini, har fokus verður á javnstøðu og margfeldi. Har vera stórar broytingar, og tað er nakað vit síggja fram til vísa fram komandi ár, skrivar Nent í tíðindaskrivinum.