Svenska manskórið Orphei Drängar vitjar í Føroyum í næstu viku

Svenskur manskórssangur á hægsta støði verður at hoyra í Føroyum í komandi viku í døgunum 19.-21.okt., tá teir vitja Tórshavnar Manskór, ið eisini verður við á konsertunum

Peter Hentze Niclasen
12. oktober 2023 kl. 16:58

Svenska manskórið Orphei Drängar varð stovanð í Uppsala í Svøríki í 1853. Í dag er Orphei Drängar eitt av navnframastu manskórum í heiminum. Tað er alment viðurkent fyri frasering, reinleika og neyvleika.

Kórið hevur í søgu síni verið heppið at hava framúrskarandi kórleiðarar sum Hugo Alfvén, Eric Ericson, Robert Sund – og nú Cecilia Rydinger.

Stórur eftirspurningur er eftir kórinum – bæði til konsertir og upptøkur, og hevur samstarvað við fleiri orkesturleiðarar og orkestur runt um í heiminum.

Kvinnuligi kórleiðari teirra Cecilia Rydinger er ein av leiðandi tónleikaligu persónunum í Svøríki við breiðari virkisskrá sum kórleiðari og undirvísari.

Hon hevur verið kórleiðari hjá Orphei Drängar síðani 2008. 

Hon var rektari á kongaliga tónlistaháskúlanum í Stockholm 2012-2019, og arbeiðir nú professari á sama skúla.

Hon hevur vunnið fleiri heiðurslønir – bæði í Svøríki og altjóða – fyri hennara listarliga virkið, og hevur verið limur í kongaliga tónlista-akademinum síðani 2004.

Folke Alin hevur verið klaverleikari hjá Orphei Drängar síðani 1983 – bæði til venjing og framførslur. Hann hevur eisini verið hjálpar-kórleiðari síðani 1994.

Hann er kórleiðari á kongaligu svensku operuni, og hevur samstarvað við fleiri víðagitnar orkesturleiðarar sum t.d. Alan Gilbert, Daniel Harding og Esa-Pekka Salonen.

Tórshavnar Manskór varð stovnað í 1985 – og hevði tess fyrstu framførslu í 1986. Ein av kórsins stovnarum – Bjarni Restorff – er eisini kórleiðari.

Tórshavnar Manskór hevur gjørt fleiri upptøkur, og hevur sungið til fleiri ymisk høvi sum t.d. vígslur av ymsum slagi og til føroyska tjóðardagin.

Kórið er javnan á uttanlandsferðum, og hevur vunnið fleiri heiðurslønir við altjóða kórfestivalar.

Kórini bæði hava konsert í Vesturkirkjuni hósdagin 19.okt. kl.19.30 – og í Norðurlandahúsinum leygardagin 21.okt. kl.17.30.