Svensk kanning: Hygg beint í kameraið undir Zoom-fundum

Tú verður uppfataður sum meira vinarligur og álítandi, hyggur tú beint í kameraið undir Zoom-fundum, vísir kanning frá Gøteborg universitet. Eisini skalt tú hava kameraið oman fyri eyguni, so tú fært rættan vinkul

Steinar Patursson
3. februar 2022 kl. 10:45

Tey, ið hyggja beint í kameraið undir netfundum, tykjast fyri øðrum at vera meira vinarlig og samkenslufull, vísir nýggj kanning frá Gøteborg universitet.

Nógv okkara hava uttan iva roynt at siti á sokallaðum Zoom fundi í koronutíð, har koronuavmarkingarnar hava havt við sær, at neyðugt hevur verið at fundast við frástøðu á netinum.

Nógv hevur eisini verið granskað í hesum fundunum, men meðan kanningarnar frá Gøteborg universitet higartil mestsum hava snúð seg um negativu síðurnar av Zoom fundum, var ætlanin hesaferð at hyggja gjøllari eftir tí positiva, sigur Géraldine Fauville, hjálparprofessari í frálæru á Gøteborg universitet.

Vit hugsaðu um, hvat luttakarar gjørdu fyri at tykjast meira positivir.

Granskararnir á liðnum settu sær tí fyri at kanna spurningin: Hvønn leiklut spæla kropsmál og videofundarumstøður fyri ta ávirkan, ið vit hava á onnur?

Granskingarliðið gjørdi tí 288 skermsmyndir av fólki, ið høvdu ymiskt kropsmál, har fólkini hugdu í ymsar ætti, sótu við ymiskum frástøðum til telduna, og har kameraið hevur ymsar vinklar.

Luttakararnir í kanningini vórðu síðani bidnir um at hyggja eftir myndunum og at geva karakter fyri, hvussu tey mettu fólkini á myndunum vera, tá hugsað var um, hvørt tey vóru vinasom, samkenslufull, álítandi ella hóttandi.

Fyri at verða fataður sum positivur, sympatiskur og til staðar í samrøðuni, skalt tú hyggja beint í kameraið - ikki eftir andlitunum hjá hinum luttakarunum á skerminum ella burtur frá telduni, greiðir Géraldine Fauville frá um niðurstøðuna.

Kameraið skal eisini vera hægri enn eyguni, soleiðis at tú fært ein høgan kameravinkul, leggur Fauville aftrat.

Um 4000 fólk tóku lut í kanningini, ið gekk fyri seg á netinum.