Sinnisbati hevur 40 ár á baki og í heyst verður Filmsfelagið 60 ár. Tá fer felagið at vísa fýra klassikarar úr savninum hjá Cinemateket í Keypmannahavn, m.a. ”One Flew Over the Cuckoo's Nest” hjá Milos Forman frá 1975.
Nýggi danski filmurin ”Rose” er ein ikki minni sterk og hjartanemandi søga um sálarsjúku, familjusambond og kærleika, og um at einki er so einfalt, sum tað av fyrstan tíð sá út til.
Til París í bussi
Nú koronastongsulin er av, droyma øll um at ferðast, ikki minst til søguríka franska høvuðsstaðin París.
Saman við Sinnisbata fara vit í huganum hagar, tá Filmsfelagið vísir nýggja danska ummælararósta filmin ”Rose”.
Vit eru í árinum 1997. Inger (Sofie Gråbøl), systurin Ellen (Lene Maria Christensen) og svágurin Vagn (Anders W. Berthelsen) fara við ferðafólkabussi úr Aalborg til París.
So skjótt bussurin er komin út á motorvegin, sigur Inger øllum ferðafólkunum frá um sálarligu støðuna hon er í, og um tær avbjóðingar, hon hevur. Úrslitið er, at eingin av teim ferðandi fer at gloyma vikuferðina til býðanna bý.
Orsøkin er, at Inger hevur eina fjalda dagsskrá, sum er at finna og vekja aftur eitt gamalt kærleikssamband, so skjótt París nærkast.
Mest persónligi filmur hjá Oplev
Ummælarar eru samdir um, at ”Rose” er hin mest persónligi filmurin hjá leikstjóranum Niels Arden Oplev, sum fyrr hevur gjørt ”Ser du månen, Daniel”, ”Mænd, der hader kvinder”, ”Drømmen”, ”Kapgang” og eisini sjónvarpsfilmar í USA.
Umframt Sofie Gråbøl og Lena Maria Christensen, síggja vit Anders W. Berthelsen, Søren Malling, Peter Gantzler og Karen-Lise Mynster í filminum ”Rose”.
Fakta: Filmsfelagið 20/04 klokkan 20: Rose (Niels Arden Oplev, Danmark 2022, 106 min.)