Súsanna er nú landsstýriskvinna í heilsumálum

At Súsanna Bertholdsen nú er landsstýriskvinna ber við sær, at Kim Durhuus aftur er løgtingsmaður

Jonhard Hammer
8. november 2024 kl. 17:20

Tað var Súsanna Bertholdsen, sum Aksel V. Johannesen seinnapartin setti at vera landsstýriskvinna í heilsumálum. Sessurin var leysur, tá ið Margit Stórá varð flutt í landsstýrissessin í umhvørvismálum, ið var tómur, eftir at Ingilín Strøm tók seg úr landsstýrinum og fór aftur í løgtingið.

Hetta er fyrsta ferðin, at Súsanna Bertholdsen er landsstýrisfólk.

Á løgtingsvalinum 8. desember í 2022 fekk Súsanna Bertholdsen, sum býr á Tvøroyri 276 persónligar atkvøður. Hon var nummar tíggju á javnaðarlistanum. Javnaðarflokkurin fekk níggju umboð í løgtingið, og tá ið fýra av teimum valdu fóru í landsstýrið, var Súsanna Bertholdsen ein av teimum, sum komu á ting.

Nú Súsanna Bertholdsen er landsstýrisfólk, eru aftur boð eftir Kim Durhuus av koma á ting. Hann var nummar 13 á lista C við 162 persónligum atkvøðum og kom á ting, tá ið fýra av teimum, sum vóru vald, fóru í landsstýrið. Tá ið Ingilín Strøm fór úr landsstýrinum, var Kim Durhuus noyddur at geva løgtingssessin frá sær, og nú vóru boð aftur eftir honum.