Surrealisturin í Gøtu 60 ár

Í gjár, 11. august, fylti ein av okkara mest sermerktu samtíðarlistafólkum seksti ár. Tað er Tummas Jákup Thomsen úr Norðragøtu, sum er ógvuliga fjøltáttaður listamaður, tó at hann er eyðkendur sum teknari, málari, skulptør, installatiónslistafólk konseptlistafólk, fotograf, snikkari og annað mangt

Kinna Poulsen - listaportalurin
12. august 2022 kl. 10:09

Hann hevur tikið lut á hópin av framsýningum í Føroyum og uttanlands t.d. var hann á Arken í Ishøj DK við einum serstøkum bili, sum hann hevði málað eitt føroyskt landslag á. Tummas Jákup Thomsen hevur fleiri ferð tikið lut á Lista-G! og hevur skapt fleiri prýðingar, m.a. eina sonevnda pílabygd í Norðragøtu – hann prýddi eisini Gøtu Skúla í 2011.

Kanska er listamaðurin mest kendur fyri sínar surrealistisku blýantstekningar – ofta í ovurstødd – har landsløg og onnur figurativ element verða sett saman við klingrutum mynstrum, sum geva landsløgunum ein surrealistiskan dám av endaloysi.

Á eini Heystframsýning fyri mongum árum síðani framsýndi hann ein einastandandi rørandi málning/tekning, sum var gjørdur út frá einari svarthvítari fotomynd av listamanninum, tá hann var smádrongur - hetta verkið hevði ein góðvarnan tóna, men rakti kortini við tað serliga einsemið, sum eyðmerkir ta opnu og ódefineraðu barnatilveruna. Tummas Jákup kann eisini vera stuttligur, speiskur og nokk so langt úti viðhvørt. Hansara intergalaktiska perspektiv víkir frá aðrar føroyskari list.

Á Várframsýningini í Listasavninum herfyri sýndi hann fram eina stóra installatiónstekning, hvørs arkitektoniska skap var átøkt eini papyrusrullu, sum áskoðarin kundi fara inn í. Eitt tílíkt verk er eyðkent fyri Tummas Jákup Thomsen, tí tað er hugfarsligt, fyndugt og øðrvísi hugsað og skapt eins og tað heilt ítøkiliga tekur áskoðaran inn í verkið. Tummas Jákup Thomsen er sera produktivur og arbeiðir javnt og samt - seinastu árini hevur hann við virðing og kærleika endurskapt og bøtt Húsini hjá Karli í Norðragøtu - tað er eitt veldugt bragd - heimbygdin hevur gjørt eitt satt kvett at varðveita hesi fantastisku, listaligu húsini. Fyri nøkrum árum síðani skrivaði vinmaðurin, listamaðurin Øssur Johannesen eina bók um Tummas Jákup Thomsen og Tummas Jákup er eisini umrøddur í fleiri øðrum listabókum, eins og hansara verk eru ogn hjá ymiskum søvnum. Nú vantar bara ein stór, retrospektiv og samtíðarlig - gjølliga kuraterað framsýning við verkunum hjá honum.

Hjartaliga til lukku, Tummas Jákup!