Super Bowl LVII upptakt

Nú eru einans tríggir tímar til størsti dystur í amerikanskum fótbólti er á skránni. Í ár eru tað Kansas City Chiefs og Philadelphia Eagles, ið trína á vøllin í State Farm Stadium, í Glendale, Arizona. Hetta er triðjuferð at Super Bowl verður leikt her og fyrstuferð síðani 2015

Hjálmarnir báðir, ið eru umboðaðir til Super Bowl í ár. (Mynd: NFL Association)
Áron Vest
12. februar 2023 kl. 20:34

Táið hesin dystur nærkast, er spenningurin øgiligur millum fjeppara av hesum serstaka ítrótti. Hetta árið verður uttan iva ein kampur til strikurnar, millum teir báðar Jalen Hurts (quarterback hjá Philadelphia Eagles) og Patrick Mahomes (quarterback hjá Kansas City Chiefs).

Hæddarpunktið á hvørjari kapping, er sjálv finalan. Henda finalan er onki undantak. Finalan fer av bakkastokki klokkan 23.30 føroyska tíð, og er tað TV2 ið vísur dystin, umframt NFL Game Pass.

Liðini bæði
Tað er sjón fyri søgn, at Philadelphia Eagles og Kansas City Chiefs hava verið best spælandi hetta kappingarárið. Liðini høvdu 28 sigrar samanlagt og fingu tvær tær hægstu stigmetingarnar. Hóast hetta, er talan um tvey ymisk lið, ið bresta saman í Glendale. Liðini eru klár at dystast og flest allir leikarar eru klárir.

Quarterback undir lærlingasáttmála

Philadelphia Eagles hava ein quarterback, Jalen Hurts, ið enn er undir rookie-sáttmála. Hetta gevur dagligu leiðsluni hjá liðnum fíggjarligt rásarúm til at samanseta mest kompletta liðið saman. Tað er eygsæð, at hesar snildur hava riggað til fulnar, tí Eagles hava skorað næstflest stig og lótu fjórðminst stig inn í allari kappingini. Jalen Hurts hevur eisini mótprógvað sínum kritikkarum við at spæla eitt kappingarár, í slíkari góðsku, at hann tað sama kundi verið kosin MVP (‘Most Valuable Player = virðismesti leikari). Hann kastaði samanlagt 3701 yards (1 yard = tríggjar føtur, 0,914 metrar), rann 760 yards og skoraði 35 touchdowns.

Primus motor hjá Kansas City Chiefs

Orsøkin til at Jalen Hurts ikki varð kosin til MVP var, at Patrick Mahomes hevði eitt enn betri kappingarár. Hann kastaði samanlagt 5250 yards og skoraði 41 touchdowns. Venjarin hjá Kansas City Chiefs, Andy Reid, og Patrick Mahomes, hava eitt so væl uppbygt vinar- og samstarvslag, at hetta verður mett at vera lykilin til eydnuna hjá Kansas liðnum.

Avgerandi faktorar
Eagles og rennileikir
Tað hevur víst seg, at leiðslan í Eagles, hevur brúkt flestu lønarkrónurnar ið vóru eftir, til at betra um teirra offensivu og defensivu linju, har Nick Sirianni, høvuðsvenjari hjá Philadelphia Eagles hevur megnað at skapt eitt øgiliga vælspælandi álop. Í grundleikunum til hetta kappingarárið runnu Jalen Hurts og sínir liðfelagar 153,9 yards í miðan hvønn dyst, umframt at teir skoraðu í miðal 2,1 renni-touchdowns hvønn dyst.

Álopsspælið hjá Eagles riggar best, táið renniálopini rigga. Her hevur venjarin, Nick Sirianni, prógvað, at hann dugir væl at mjólkað tíðina, inntil tað brýtir mótstøðuliðið niður.

Tað verður tí altavgerandi fyri Eagles, at teirra rennileikir eydnast móti defensivu linjumonnunum hjá Kansas City Chiefs. Hetta ger, at Eagles kunnu kontrollera dystin og halda Patrick Mahomes á síðulinjuni.

Megna Chiefs at verja Mahomes?
Dystirnir millum offensivu linjuna hjá Chiefs liðnum og defensivu linjuna hjá Eagles liðnum, verða teir, ið koma at avgerða hvønn veg ið stiðini fella. Her hevur Patrick Mahomes tørv á øllum tí mobiliteti og allari tí verjuni, ið hann kann fáa. Verjan hjá Philadelphia Eagles hevur verið suveren til at takkla mótstandarans quarterback, áðrenn hann megnar at kasta bóltin. Tað vísir okkum, at um verjugarðurin frammanfyri Patrick Mahomes megnar at forða offensivu linjuni hjá Eagles at loypa hvøkk á hann, so er onki ið sýtir fyri, at Patrick Mahomes fær hálað sigurin heim til Kansas.

Haason Reddick, ið er outside-linebacker (oftani tann, ið er fyrstur at loypa á tann, ið skal kasta fyri mótsøðuliðið) fyri Eagles, hevur ómetaliga góð hagtøl, táið vit hyggja eftir hansara takklingum og sacks (‘sack’ er, táið quarterback verður koppaður, áðrenn hann megnar at kasta, aftanfyri ta startlinjuna, ið hann stóð á, táið leikurin varð settur í gongd. Henda linjan verður kalla line of scrimmage).

Samanumtikið, so verður hetta ein finala við tveimum vítt ymiskum liðum. Vit fara at síggja taktiskar stríðsdystir allan dystin á tamb. Hvat úrslitið verður, tað kann hyggjarin spæla sær við.

Super Bowl byrjar umleið ein hálvan tíma fyri midnátt. Sum siðvenja er, verður tjóðsangurin sungin beint fyri dystarbyrjan, og í ár er tað Chris Stapleton ið leggur fyri. Í hálvleikinum hevur songkvinnan Rihanna, tiltiknað half-time show, ið er áleið ein hálvan tíma til longdar.