Super Bowl: Eingin yvir Tom Brady

Ein av størstu einstøku ítróttarfinalum, um ikki tann størsta, amerikanska Super Bowl-finalan millum Tampa Bay Buccaneers og Kansas City Chiefs, varð spæld í nátt, og hon endaði við 31-9 sigri til Buccaneers, sum fyri aðru ferð í søgu felagsins vann Super Bowl

Sveinur Tróndarson
8. februar 2021 kl. 04:24

Nú er nokk eingin ivi longur, tí eftir finalusigurin hjá Tampa Bay Buccaneers ímóti meistarunum í fjør, Kansas City, er nú eingin, sum hevur vunnið Super Bowl oftari enn Tom Brady.

Undan finaluni í nátt, hevði New England Patriots metið við seks sigrum, men tað metið hevði Patriots saman við Tom Brady, tí tað var við honum á liðnum, at Patriots hevði vunnið allar sigrarnar.

Eftir seinasta kappingarár takkaði Tom Brady, sum tá var 42 ár, fyri seg, men ikki fyri at gevast. Ístaðin flutti hann til Tampa Bay Buccaneers í Florida at spæla.

Sjálvt um tað vóru ávísar framtíðarvónir til nýggja felag hansara, var neyvan nakar, sum væntaði, at tað skuldi enda við einari finalu fyrsta árið hjá honum har. Men tað var júst tað sum hendi, og tað staðfesti Tom Brady sum tann størsta spælaran í NFL-søguni. Hann hevur nú vunnið Super Bowl sjey ferðir, og tað hevur eingin annar klárað, heldur einki felag. Og hann hevur verið í finaluni tíggju ferðir.

Dysturin í nátt var maktstaðfesting av teimum stóru, tí dysturin endaði 31-9 til Buccaneers, sum var omaná allan dystin.

Eftir dystin varð Tom Brady eisini kosin MVP, sum merkir, at hann var mest avgerandi leikarin í finaluni. Ikki so galið av einum 43 ára gomlum manni.

Undan finaluni í nátt hevði Tom Brady vunnið finaluna í 2002, 2003, 2005, 2015, 2017, 2018 - og so í 2021. 

Brady var ikki tann einasti av teimum stóru í finaluni. Á liðnum var eisini Ron Gronkowski, sum spældi saman við Tom Brady í Patriots, til hann - fyribils - gavst eftir finaluna í 2018. Tá segði hann tó, at tað ikki var óhugsandi, at hann byrjaði aftur onkra aðrastaðni enn í New England Patriots.

Tað gjørdi Ron Gronkowski í fjør, enn einaferð á sama liði, sum Tom Brady, og í nátt staðfestu teir, at teir báðir eru besta parið, sum hevur spælt “Play off”-dystir í søguni. Ron Gronkowski skoraði tvey “Touch Down” í nátt, og tað merkir, at hann hevur skorað 14 “Touch Down”, sum Tom Brady hevur kastað, í “Play off”, og tað samanspælið hevur eingin annar gjørt teimum eftir. 

Við sigrinum í nátt hevur Ron Gronkowski vunnið Super Bowl fimm ferðir, og heldur ikkibtað er at kimsa at.

Tað er bara aðru ferð, at Tampa Bay Buccaneers vinnur Super Bowl. Fyrstu ferð var í 2002, tá liðið vann 48-21 á Oakland Raiders í finaluni, sum tað árið varð spæld í San Diego, California.

Síðan tann sigur hevur gingið heldur striltið hjá liðnum at koma víðari frá grundspælinum í NFL, og hetta var bara triðju ferð síðan 2002, at Buccaneers hava spælt seg víðari til “Play off”. Tað kláraði liðið eisini í 2005 og í 2007, og so ikki aftur fyrr enn nú, í 2020.

Sigurin hesaferð var eitt sindur serligur á tann hátt, at finalan varð leikt á heimavøllinum hjá Tampa Bay Buccaneers. Tað hendir ikki so ofta, tí leikvøllurin verður avgjørdur langt undan finaluni, men hesaferð hendi tað, at heimaliðið kom í finaluna - og vann.

Tað er Glazer-familjan, sum eigur Tampa Bay Buccaneers. Tað er sama familja, sum eigur enska stórfelagið, Manchester United.