Sunnudagin verður minnisvarðin avdúkaður yvir merkiskvinnu í Havn

Standmyndin verður í Steinatúni

Nakað soleiðis fer minnisvarðin at síggja út
Áki Bertholdsen
17. september 2024 kl. 09:41

Klokkan 14 sunnudagin verður tiltak í Steinatúni, har standmyndin av Andreu Árting verður avdúkað.

Andrea Árting var í áratíggju forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag, og slóðaði fyri, at menn og kvinnur fingu somu løn fyri sama arbeiði.

Tað var eisini Andrea Árting, ið skipaði fyri, at kvinnur fóru at rógva kapp á Ólavsøku. Eisini yrkti hon og smíðaði løg.

Tað er Edward Fuglø, listamaður, sum hevur gjørt standmyndina

Skráin á tiltakinum er hendan:

Havnar Hornorkestur spælir tónleik, m.a. løg hjá Andreu Árting.

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, bjóðar vælkomin.

Kári Árting, ommusonur Andreu Árting, heldur røðu.

Edward Fuglø, listamaður, heldur røðu.

Gunvør Balle, býráðslimur, ber fram heilsan, áðrenn standmyndin verður avdúkað.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Gunvør Balle, býráðslimur, avdúka standmyndina.

Havnar Hornorkestur spælir.

Bjóðað verður til ein drekkamunn í Tilhaldinum.