Sunnudagin verður ársins steypadystur í flogbólti

Allar inntøkurnar fara til eitt vælgerandi endamál

Áki Bertholdsen
20. september 2023 kl. 16:00

Flogbóltsárið verður servað í gongd sunnudagin, tá ið árligu stórsteypadystirnir verða í høllini á Hálsi í Havn.

Talan er um afturvendandi vælgerandi tiltak, har meistararnir hjá kvinnum og monnum spæla ímóti steypavinnarunum. Í teimum førum har meistarin og steypavinnarin er sama liðið, verður spælt ímóti nummar tvey í landskappingini.

Í stórsteypadystinum hjá kvinnum verður tað meistararnir og steypavinnararnir, SÍ, sum spæla ímóti nummar tvey í landskappingini, Fleyr.

Hjá monnunum eru tað meistararnir og steypavinnararnir, Mjølnir, sum spæla ímóti nummar tvey í landskappingini, sum eisini er Fleyr.

Dysturin hjá kvinnunum byrjar klokkan 15 og dysturin hjá monnunum byrjar klokkan 17. Vinnandi liðið fær ferðasteyp, sum Flogbóltssambandið hevur latið.

Í ár er tað Fleyr, ið skipar fyri dystunum og tey hava gjørt av, at øll inntøkan frá hesum báðum dystunum fer til átakið, Títt Rúm, hjá Blá Krossi. 

Títt Rúm er eitt tilboð til øll, upp til 35 ár, sum hava foreldur við rústrupulleikum.