Ongi úrslit

Sunnudagin ætlar Staffan at verja betur

Niðurlendski venjarin og toppskjúttin eru imponeraðir av umstøðunum og føroysku áskoðarunum

Jonhard Hammer
12. mars 2025 kl. 21:37

Teir dylja ikki, at teir eru vónbrotnir, tá ið vit hitta venjaran og toppskjúttan hjá Niðurlondum.

Venjari er Staffan Olsson, sum í síni tíð var ein av lyklaspælarunum á svenska landsliðnum, sum í langt tíðarskeið var millum tey allar bestu í heiminum.

Toppskjútti í kvøld við 12 málum var Rutger ten Velde, sum spælir við týska felagnum TuS N-Lübbecke.

-Tað er ikki nóg gott, at vit ikki hava bæði stigini við okkum til hús aftur. Verjuspælið var ikki nóg gott í kvøld. Tað fara vit at hava fokus á fram til sunnudagin, tá ið vit fara at spæla á heimavølli. Eg rokni við, at føroyingar eisini fara at arbeiða við verjuspælinum, sigur Staffan Olsson.

Rutger ten Velde er vónbrotin av, at tað ikki eydnaðist at vinna bæði stigini. Saman við venjaranum er hann hugtikin av nýggju høllini og hvussu føroysku áskoðararnir bóru sítt lið fram.

-Føroyar eiga gott hondbóltslandslið. Veikleikin er, at liðið ikki hevur góðar langskjúttar. Men skjóta álopsspælið hjá teimum er imponerandi, sigur Rutger ten Velde.

Úrslitið við Tjarnir í kvøld var 32-32 eftir hálvleiksstøðuna 18-14 til Føroyar.

Mest lisið hesa vikuna

Sambandsflokkurin hevur valt landsstýrisfólk

9. apríl kl. 11:43

Sjúrður Skaale og Ísrael - fiktión heldur enn fakta

13. apríl kl. 18:41

Samgonguskjalið fekk avleiðingar beinanvegin

9. apríl kl. 12:15

Tá tú starir niður í dýpið, starir dýpið eisini inn í teg

11. apríl kl. 15:30

Verða Magn og Effo non-profit ella fái eg vinningsbýtið frá SEV?

12. apríl kl. 12:03

Hildu at flogfarið datt niður

13. apríl kl. 20:30