Tað gongur illa hjá sandoyingum at vinna stigini, sum skulu til, um tað skal hugsast um at vera við í kappingini um fremstu plássini og harvið uppflyting. Í løtuni snýr tað seg meiri um at renna undan hóttanini av niðurflytingarplássunum.
Í dag hevði B71 vitjan av teimum næstbestu hjá EB/Streymi, sum í heyst fluttu upp í næstbestu deildina. Úrslitið var 1-1, og tað ber við sær, at hesi bæði eru undir liðini á hvørjum øðrum á stigatalvuni. Bæði B71 og EB/Streymur hava fýra stig fyri ein sigur, ein javnleik og trý tap.
Óli Egilstrøð Magnussen legði EB/Streym á odda fimm minuttir eftir steðgin. Hetta var fyrsta ferðin yvirhøvur, at 22 ára gamli Óli var málskjútti á næstbesta liðnum.
20 minuttir undan leikloki var tað amerikanski Medina, sum javnaði eftir fríspæling frá Jónatan Kjærbo. Hetta var fyrsta ferðin, at Medina var málskjútti, síðani hann í vár fór at spæla við B71. Í dag varð hann skiftur inn í seinna hálvleiki, meðan hann hinar báðar ferðirnar hevur verið við frá fyrsta bríksli.
Tølini siga, at heimaliðið hevði fleiri royndir ímóti málinum, enn gestirnir høvdu. B71 vann 11 hornaspørk, og EB/Streymur vann trý hornaspørk.
Flaggdagin fær B71 vitjan av teimum næstbestu hjá B68, og tá fer EB/Streymur at spæla í Runavík.