Sunda kommuna og Eiðis kommuna gera samstarv um ferðaætlan

Nýggja ferðaætlanin tekur við í dag 1. mars kl 16:05

Mynd: Sunda kommuna
Tíðindaskriv - Sunda kommuna
1. mars 2024 kl. 13:00

Fyrr í februar varð kunnað um, at avtalan um bussleiðina í Sundalagnum var undirskrivað. Kunnað varð um, at nýggja bussleiðin fór at umfata bæði Sunda kommunu og Eiðis kommunu. Nú er sáttmálin millum kommunurnar undirskrivaður, og gleðast vit um samstarvið við Eiðis kommunu.

Sáttmálin millum Sunda kommunu og Eiðis kommunu kemur at binda kommunurnar og fólkið í økinum tættari saman. Nýggja Leið 1 gevur okkum øllum góðar møguleikar at ferðast millum bygdirnar í kommununum úr Hósvík til Tjørnuvíkar og til Eiðis.

Nýggja Leið 1 saman við Leið 2 hevur verið eitt sterkt ynski hjá ítróttini og frítíðarlívinum í kommununum báðum, og í dag kl 16:05 koyrir fyrsti bussurin úr Hósvík og av Eiði og koyrt verður til kl 21:55 allar gerandisdagar í árinum. Steðgað verður í øllum bygdum á leiðini.

Nýggja ferðaætlanin er hjáløgd, og sæst her.

Nýggja ferðaætlanin tekur við í dag 1. mars kl 16:05.

Vit í Sunda kommunu takka sp/f Heðin Zachariasen, sum trúliga hevur røkt bussleiðina í Sundalagnum síðan 2017, og ynskja sp/f HK Bussum vælkomnum.
 

Vinarliga

Sunda kommuna

Jógvan Kruse, borgarstjóri