Sunda kommuna fingið stórfingna gávu

Terji Johannesen hevur drigið ein hamara til nýggja býráðssalin

Sunda kommuna
23. mai 2024 kl. 17:00

Tá Sunda kommuna fór undir at umvæla býráðsskrivstovuna, fór Terji Johannesen við Norðskála undir tilgongdina at draga ein hamara til nýggja býráðssalin, ein hamara sum Terji síðan hevur latið kommununi í gávu.

Sjálvur byrjaði Terji so smátt at draga í 1999. Terji byrjaði í starvi sum skúlavørður á Felagsskúlanum á Oyrarbakka í 2003, og kom trædraging inn í Felagsskúlan við Terja.

Skúlaleiðslan saman við kommununi keyptu 8 dragibenkur, bandsag og alt tað sum hoyrir til trædraging og skjótt fyltist smíðstovan við næmingum. Longu árið eftir í 2004 vóru fyrstu holdini í trædraging tikin inn í kvøldskúlan, og kvøldskúlin í Sunda kommunu hevur havt trædraging á skránni líka síðan, og Terji hevur undirvíst øll árini.

Tá Terji verður spurdur um, hvat fekk hann at gera hamaran til Sunda kommunu, svarar Terji, at ein hamara eigur ein býráðssalur at hava, og at gávan er ein tøkk til Sunda kommunu fyri ta vælvild kommunan hevur víst yrkisgreinini trædraging.

Um hamaran sjálvan sigur Terji, at hamarin er drigin úr trænum Gullregn. Platturin er úr einum Gullregn træi hjá Hendrik Rubeksen í Tórshavn, sum varð sett niður í 1953 og var felt í 2013, og var tá vaksið seg til 237cm til ummáls. Av hesum træi fekk Terji eina grein.

Hamarin sjálvur er drigin úr Gullregn trænum sum stóð í havanum hjá Elisabeth og Berinti Justinussen í Streymnesi.

Sunda fegnast um gávuna, sum í dag er fast innbúgv í býráðssalinum í Sunda kommunu.