Ein lítil viðmerking til íslendska sjónvarpið um, at eg ikki helt nakað forgjørt vera í, at Nato legði nakrar krónur í ein flogvøll á Glyvursnesi, leyp øði í grindina.
Málið um flogvøll á Glyvursnesi átti ikki at komið sum nakar skelkur fyri nakran, tí tað hevur verið partur av heildarætlan og býarplani fyri Tórshavnar kommunu síðan í áttatiárunum. Vit hava pláss fyri einum stórum flogvølli, sum er 300m breiður og 3km langur.
Talan er um kommunalt øki og onki forðar okkum í at byggja til dømis ein stóran flogvøll til farmaflutnings, sum vit kunnu fíggja saman við vinnulívinum o.ø. Hvat víðari hendir kunnu vit taka støðu til tá.
Allar kanningar vísa, at Glyvurnes er best egnað til flogvøll. Vit hava gjøgnum árini valt at leggja byggilinjuna soleiðis, at núverandi og framtíðar byggiøki á Argjum ikki verða órógvað av óljóði frá flogvøllinum.
Vit taka hetta málið í størsta álvara. Á býráðsfundi longu í næstu viku kemur uppskot um at játta pening til at gera tilfar, ið lýsir, hvussu flogvøllur, ið er 3.000 metrar langur og 300m breiður, sum lýkur krøv til breidd til altjóða flúgving, best kann staðsetast í økinum.
Endamálið við hesum er at fáa betri grundarlag til víðari fyrireikingar, harímillum skipanarlig og fíggjarlig viðurskifti. Flogvøllurin skal kunna taka ímóti størri flogførum.
Eg síggi at Prior borgarstjóri í Vágum hevur tað øgiliga stuttligt av hesum ætlanum og skemtar við nýggjari rakettstøð.
Meðan Prior skemtar sær við rakettsøgum, so eru onnur, sum prioritera øðrvísi og ístaðin fara til arbeiðis. Í Hetlandi er SaxsVord Spaceport-støðin klár at senda rakettir við fylgissveinum út í rúmdina nú eftir summarfrítíðina.
Og nú verður tosað um at byggja líknandi støð á Hebridunum. Meðan vit snorksova.
Sumstaðni verður arbeitt. Aðrastaðni skemta og tosa tey bara.
Heðin Mortensen
borgarstjóri