Tað var heilt fitt av vindi í gjárkvøldið og tað elvdi eisini til onkrar stormskaðar - men talan var um smáskaðar.
Og so má ásannast, at tað eru summi, sum ikki hava fyrireikað seg upp á, at heystið er komið og at tá er vandi fyri vindi. Eitt nú eru tað ikki øll, sum hava fingið trampolinina undir taka, ella í hvussu so er hava tryggjað hana, tí í gjárkvøldið fór onkur í luftina.
Ringt varð eisini til løgregluna at boða frá, at byggitilfar, sum ikki var ordiliga fest, var við at fara í luftina.
Samstundis sær út til, at ólag hevur verið á streymveitingini, tí løgreglan hevur eisini fingið fráboðan um, at í onkrari elektroniskari hurð er fløkja komin í elektronikkin, so at tær fóru upp á víðan vegg.
Og á einum parkeringsplássi hendi tað, at tá ið ein skuldi úr einum bili, misti hann hurðina í vindinum, so hon smekkaði í ein bilin við síðina av, so at hann fekk nakrar snuddir.
Løgreglan sigur, at allar fráboðanirnar vóru úr Havn og í Hoyvík. Myndirnar hevur ein lesari sent okkum av nýggju oljutanhgunum á Sundi, sum eisini fingu skaða í storminum,