Nú fara fleiri arbeiðsleys at fáa meiri í arbeiðsloysistuðuli. Tað verður úrslitið tá ið Løgtingið hevur samtykt eitt uppskot frá Margit Stór, landsstýriskvinnu, um Als.
Í løtuni er hámarksgjaldið úr Als 18.500 krónur um mánaðin. Hetta er mesta gjaldið til tey, sum fáa fullan arbeiðsloysisstuðul og eingin kann fáa meiri enn tað, sama hvussu góða løn tey annars hava havt.
Men nú skal hámarksgjaldið úr Als hækka sjálvvirkandi so hvørt, sum lønirnar hækka. Tað merkir, at nú verður hámarksgjaldið úr ALs knýtt at fastlønarsáttmálanum ímillum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Hámarkið fer sostatt at fylgja við lønarvøkstrinum hjá arbeiðarunum. Frameftir verður hámarksgjaldið úr Als í mesta lagi 80 prosent av grundlønini hjá teimum, sum eru fastlønt eftir sáttmálanum ímillum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag. Harafturat fáa tey so eisini eftirløn oman á gjaldið.
Tað merkir, at nú verður hámarksgjaldið úr Als 21.278 krónur um mánaðin, ella 2.778 krónur meiri enn tað er í dag.
Annars hækkar lønin 3,23 prosent nú tann 1. mai, og tá hækkar hámarksgjaldið úr Als tilsvarandi.