Summarsólstøður í Sandagerði í kvøld

Summarsólstøður verður í kvøld klokkan 21 í Sandagerði

Sigurjón Einarsson
21. juni 2021 kl. 16:00

Summarsólstøður verður í kvøld klokkan 21 í Sandagerði.

Súna Mørk, forkvinna í Trivnaðarnevndini í Tórshavnar kommunu, fer at halda røðu. Eisini verður felagssangur, og skótar skipa fyri báli og bjóða kaffi, kaku og saft.

Sambært veðurforsøgnunum verður veðrið gott, og tá plaga nógv fólk at savnast til hetta hásummartiltak í Sandagerði.

Tórshavnar kommuna heitir á fólk um at minnast til fylgja tilmælunum um handreinføri og frástøðu.

Kelda: Tórshavnar kommuna