Summarlegurnar avlýstar hóast áheitan frá landsstýrismanninum

Á tíðindafundinum 29. mai heitti Jenis av Rana landsstýrismaður í uttanríkis og mentanarmálum summarlegurnar um at hava legur í summar. Men ongar summarlegur vera í ár. Hvørki á Zarepta ella í Nesvík.

Katrin Johannessen
13. juni 2020 kl. 15:52

 Fyri fyrstu ferð síðan 1967 verður ongin summarlega í Føroyum. Á Zarepta eru allar legurnar í summar avlýstar. Hetta er aldrin áður hent ímeðan, tey hava havt legur har tey síðstu meir enn fimti árini. Heldur ongar summarlegur verða í Nesvík.

-Tað var ein trupul avgerð at taka, tí vit hava havt legur her í húsinum síðan 1992 og tí varð tosað nógv aftur og fram, men vit tóku hesa avgerðina útfrá tí, sum heilsumyndugleikarnir søgdu, sigur Andrias Magnussen aðalskrivari hjá Kirkjuligu Heimamissiónini.

Á tíðindafundinum 29. mai heitti Jenis av Rana landsstýrismaður í uttanríkis og mentanarmálum á summarlegurnar um at byrja sítt virki aftur í summar. Hann metti, at tað var møguligt at hava summarlegur sambært heilsufakligum tilmælunum. Tó er tað greitt, at ongar summarlegur vera í ár, hvørki á Zarepta ella Nesvík. Hetta høvdu bæði leguhúsini gjørt av og kunngjørt 20 apríl, eftir samskifti sína millum og við vegleiðing frá koronatilbúgvingini. Tíðindafundurin broytti ikki teirra ætlanir.

-Vit endurskoðaðu okkara møguleikar tá og settu okkum aftur í samband við ráðgevingina, og tilmælini vóru ikki broytt annað enn tað, at nú er møguligt hjá 100 fólkum at samlast.Tað ber ikki til at hava legur, tí enn verður mælt til, at vit halda ein metur í frástøðu og enntá tveir, tá vit syngja. Vit halda ikki tað er ráðiligt at hava legur, tí tað er ov stór ábyrgd at leggja á leiðararnar at biðja teir vera politi og allatíð hava eygu við at øll tilmæli verða fylgd, sigur Andrias Magnussen

Á Zarepta hava tey ei heldur broytt meining eftir tíðindafundin 29. mai.

-Vit hava fylgt við allatíð, um møguleiki var at hava legurnar í ár, men okkara niðurstøða er enn tann sama.Tað vit, sum hava ábyrgdina av Zarepta, hava sagt er, at vit vilja gjarna, at tað skal vera trygt at koma á legu og tað duga vit ikki at síggja, at vit klára at halda, og tí hava vit sagt at ongar legur verða. Á einari familjulegu eru vanliga eini 200 fólk og á eini barnalegu gott 250 fólk. Á legunum eta fólk saman og sova saman og tí sigur tað seg sjálvt, at tað ber ikki til at hava slíkar legur, sigur Jákup N. Olsen, høvuðsleiðari fyri Zarepta. 

Eingin avgerð er tikin enn yvir teirra virksemi eftir summarferiuna. Enn er møguleiki fyri at legur verða á Zarepta í heyst ella vetur. Í Nesvík verða skriv send út, har tey fara at bjóða sundagsskúlunum hjá heimamissiónini til tað tey kalla Summardagar.