Summarið í Runavík verður lívligt

Tað verða trý stór tiltøk á skránni í summar - men so hevur tað eisini eydnast at fáa fleiri stór ferðafólkaskip inn í Eysturoynna

Áki Bertholdsen
11. mai 2024 kl. 21:00

Tað verður lívligt í Runavík í summar.

Tað sigur Beinta Gaardbo, sum arbeiðir á ferðavinnuskrivstovuni í Runavík, Visit Runavík.

Hon sigur, at tað eru serliga trý tiltøk, tey hava á skránni. Men hóast tey ikki eru so nógv í tali, eru tey so stór í vavi, at tey fylla rættiliga nógv.

Tað fyrsta stóra tiltakið er mentanarvikan, sum er í Runarvíkar kommunu akkurát í hesum døgum.

Mentanarvikan er startskotið til summarið og hon byrjaði sunnudagin og hon endar aftur nú sunnudagin.

Og tað eru rættiliga nógv tiltøk á skránni, bæði til gamans og álvara - og har eru tiltøk fyri bæði fyri børn, vaksin, eldri og heilar familjur.

Samstundis hava tey lagt dent á, at øll tiltøkini skulu ikki miðsavnast í sjálvari Runavíkini.

– Vit leggja stóran dent á, at vit skulu hava minst eitt tiltak í hvørjari bygd í kommununi, sigur Joan Gaardbo.

– Tilsamans eru yvir 100 tiltøk á skránni á mentanarvikuni, so tað er eitt stórt og umfatandi tiltak, sigur Beinta Gaardbo.

Annað stóra tiltakið í summar verður eystanstevnan, sum í Runavík í ár, og hon verður vikuskiftið, 6. og 7. juli.

Á Visit Runavík siga tey, at lagt verður upp til eina stevnu við nógvum og fjølbroyttum tiltøkum á skránni.

Men tað verður ikki friður leingi, tí longu vikuskiftið aftur verður tað stóra laksatorgið, tá ið tað eisini verða nógv tiltøk á skránni.

Tað er eitt familjutiltak burtur av við nógvum tiltøkum til allar aldursbólkar, heilt frá teimum yngstu til tey eldru.

Eitt stórt tiltak á laksatorginum er eitt sølutorg, har fólk hava alt ímillum himmal og jørð at selja, bæði nýtt og brúkt.

Á laksatorginum hava tey samstarv ið Bakkafrost haðani tey fáa laks, og so eru tað kokkar, sum gera smakkiroyndir við alskyns laksarættum.

 

Leggja nógvar pengar eftir seg

Hesi seinastu nógvu árini hava stór, útlendsk ferðafólkaskip verið gerandissjón í Føroyum. Men tað gamla hevur verið, at øll hesi skipini fara inn á Havnina.

Men hesi seinastu árini hevur tað eydnast Runavíkar Kommunu at fáa fleiri ferðaskip tann vegin.

Og summarið í ár verður einki undantak.

– Í summar koma yvir 20 útlendsk ferðafólkaskip hendavegin, sigur Beinta Gaardbo. Hon sigur, at tey flestu koma til Runavíkar, men ferðafólkaskip koma eisini bæði inn á Funning og inn á Elduvík.

Tey gera nógv burtur úr tá ið ferðafólkaskipini koma, eitt nú syrgja tey fyri, at handlarnir eru opnir.

Tey skipa eisini fyri túrum og fyri ymsum mentanarligum tiltøkum

Beinta Gaardbo sigur, at tá ið skipini kom inn á Funning og Elduvík, leggja tey stóran dent á, at alt er í samráð við bygdarfólkið.

Tey eru eisini rættilig spent upp á at fáa skipini til bygdina og tey rættiliga fyrireika seg, og at hava alskyns lokalt og heimavirkað at selja teimum.

Summastaðni verður fýlst á, at hesi útlendsku ferðafólkini leggja ikki serliga nógv eftir seg.

Tað eru ikki royndirnar í Runavík.

– Tey útlendsku ferðafólkini leggja nógvar pengar eftir seg, tí tey eru dúglig at keypa, ikki minst í Elduvík og í Funningi, sigur hon.

Tað er kanska tað upprunaliga, ella autentiska í hesum lítlu bygdunum, sum hugtekur tey, heldur hon.