Summarframsýningin í Steinprent: - Ljósið ger eitt abstrakt rúm

Árliga summarframsýningin hjá Steinprent eitur “Mjørki er ljós – hommage à Kirkeby” og tekur støði í ljósinum.

Ruth Winther Poulsen
28. juli 2018 kl. 11:00

Árliga summarframsýningin hjá Steinprent lat upp í gjár og eitur “Mjørki er ljós – hommage à Kirkeby”. Framsýningn tekur støði í einari yrking hjá Per Kirkeby, sum millum annað sigur: “Tåge er lys, mørke er lys, hulen er lys.” Tískil er ljósið í miðdeplinum á framsýningini. 

Per Kirkeby var danskur listamaður, sum andaðist í mai í ár. Hann var ein av teimum, sum hevur samstarvað við Jan Andersson og Fríðu Matras Brekku frá Steinprent, og tískil varð tað avgjørt, at henda framsýningin skuldi taka støði í einari yrking hjá honum.

- Tað er ein máti at minnast hann uppá, men tað er eisini tí at eg slapp at bestemma evnið, og útgangspunktið var málningar hjá Rannvá Kunoy, sum akkurát vóru komnir heim. Eg hugdi at teimum og hugsaði, at hetta er eitt serligt ljós, og so kom eg í tankar um hesa yrkingina hjá Per Kirkeby, sum snýr seg um ljósið í tokuni og ljósið í myrkrinum, eitt sovorið abstrakt ljós. So tonkti eg, at tað hevði riggað væl til eina summarframsýning, sigur Kinna Poulsen, sum kuraterar framsýningina.

- Yrkingin hjá Kirkeby er ein spennandi og lang yrking. Hon er rímiliga intellektuel, og hon snýr seg um hugsanir hjá einum málara um hvussu man arbeiðir við ljósi í einari mynd, sigur hon.

Í tíðindaskrivi verður evnið á framsýningini lýst soleiðis: “Summarframsýningin í Steinprenti snýr seg um ljós, ið kyknar í myndini sjálvari og leggur inn undir seg eitt spildurnýtt rúm, sum ikki hevur verið til áðrenn tað varð skapt í einum listaverki. Talan er altso um eitt abstrakt rúm. Hetta rúmið verður umsitið á sera ymiskan hátt av teimum ymisku listafólkunum, sum eru við á framsýningini.”

Um sjálva framsýningina sigur Kinna Poulsen, at tað ikki er ein innviklað framsýning at uppliva nettup tí hon er rættiliga variera. Skarðin av listafólkunum, sum umboðar framsýningina er ógvuliga breiður, men tó er øll listin vald út frá sama høvuðsevni, sum er ljósið.

- Man skuldi trúð, at tað var øgiliga stórur munur millum nakrar abstraktar málningar hjá Rannvá Kunoy og so nakrar akvarellir av landslagi hjá Zacharias Heinesen. Hann er okkara eldsti núlivandi listamaður, og Rannvá Kunoy er nokk so nógv ár yngri enn hann, men eg haldi, at eisini í hansara myndum er eitt serligt ljós, sum sjálvandi kemur av tí, at hann hyggur út í náttúruna.

Tey listafólkini, sum verða við á framsýningini í ár eru Rannva Kunoy, Zacharias Heinesen, Fríða Matras Brekku, Hansina Iversen, Erik Heide, Tóroddur Poulsen, Hanni Bjartalíð, Marius Olsen, Bárður Jákupsson og Louise Aakerman Nielsen.

- Her eru tíggju listafólk við á framsýningini, og tað er herliga stórur munur á. Erik Heide og Zacharis Heinesen eru í áttati árunum og so er tað Rannvá Kunoy, sum er í fjørutunum og so er Hanni Bjartalíð, sum er hálvtrýss og so er Fríða Matras Brekku, sum er 49. Tað er blandað, bæði stílmessiga men eisini í aldri. Onkrar myndir eru nonfigurativar og á øðrum sær man, hvat er á myndunum.